Set ovnin á 225°.
Flys gularøturnar og sker tær í grovar bitar. Vend tær í 1 súpusk. av olivinolju, rómverskari kumman, súreplaediki, einum veti av salt og pipari og koyr tað í eitt eldfast fat. Set blómkálið við stokkinum niður á eitt skeribretti og sker tað í 5-6 tjúkkar flísar. Píska 2 súpusk. av olivinolju, 2 súpusk. av soya, 1 súpusk. av Worcestershire sós og 2 súpusk. av sitrónsevju saman og smyr blómkálið á báðum síðum. Stroy við kili, salt og pipari. Breið blómkálsflísarnar á eina bráðpannu við bakipappíri og legg silvurpappír omanyvir. Set nú bæði gularøtur og blómkálið í ovnin at baka víðari í 10 min. Tak silvurpappírið av blómkálinum og steik aftur víðari í 10 min. Vend blómkálið varisliga og steik liðugt í 10 min. Stroy karvaðar mandlur og sólblómukjarnar oman á blómkálið seinastu 5 minuttirnar av steikitíðini.
Ímeðan koyrir tú vatn í eina grýtu saman við einum sindri av salti. Tá vatnið kókar, verður kouskous koyrt í. Sløkk fyri hitanum, legg lokið á og lat kouskousið standa í 10 min. Nýt ein gaffil at “loysa” tað upp við. Smakka til við olivinolju og sitrónsevju. Koyr bakaðu gularøturnar og eitt sindur av vætuni frá fatinum í ein blendara og blenda tað til krem. Smakka til við salt og ediki. Borðreið saman við blómkálsteik og kouskous og einum stroyggi av karvaðari myntu.
VEÐURLAGSPREI
Grønir rættir eru serliga veðurlagsvinarligir, tí grønmeti ávirkar veðurlagið lítið. Her hava vit eina rúgvu av smakki við ymiskum sósum og kryddi, soleiðis at tú ikki metir nakað vanta í rættinum, sum byggir á plantur.
Hurráróp fyri brúnum sósum
Tak soya, HP-sós, fiskasós og edik fram. Hetta kann geva rættunum dýpd og smakk uttan at nýta kjøt.