Vaniljurósur við sjokulátu
Tal: 24. Tíð: 45 min.
Tilfar
175 g Bleytt smør
75 g Florsukur
1 tsk. Vaniljupasta ella vaniljusukur
1 Eggjahvíta
200 g Hveitimjøl
1 tsk. Bakipulvuri
100 g Myrk sjokuláta, 70%
Eitt lítið vet av salti.
Prýði: 50 g av smátt karvaðum heslinøtum og eitt vet av turkaðum hindberum ella skreytsukri.
Framferðarháttur
Rør smør saman við florsukri, salt og vanilju. Koyr eggjahvíta og síðan mjøl og bakipulvur í. Rør deiggið saman og koyr tað í sproytuposa við stjørnustrúti. Sproyta lítlar flatar sniglar út á bakiplátur við bakipappíri. Teir skulu vera 4-5 cm breiðir. Luft skal vera ímillum teir, tí teir flatna eitt sindur, tá teir
verða bakaðir. Baka køkurnar í 170°C í uml. 10 min. Lat køkurnar kølna á einari rist.
Hakka sjokulátuna og legg ein triðing til síðis. Smelta restina í vatnbaði. Sløkk fyri hitanum og koyr restina av sjokulátuni í. Rør síðan saman. Dyppa nú einstøku rósurnar í sjokulátuna og stroy við karvaðum nøtum og turkaðum hindberum ella skreytsukri. Legg køkurnar á eina bakiplátu við bakipappíri, til sjokulátan er hørð.
Orka fyri hvørt: 558 KJ/133 Kcal. Føðsluinnihald 100 g:
Eggjahvítaevni: 6 g. Kolvæta: 41,6 g. Fiti: 33,1 g.
Tilfar
175 g Bleytt smør
75 g Florsukur
1 tsk. Vaniljupasta ella vaniljusukur
1 Eggjahvíta
200 g Hveitimjøl
1 tsk. Bakipulvuri
100 g Myrk sjokuláta, 70%
Eitt lítið vet av salti.
Prýði: 50 g av smátt karvaðum heslinøtum og eitt vet av turkaðum hindberum ella skreytsukri.